Landsstýrismaðurin vitjað virkir
Vitjanirnar hava m.a. verið í sambandi við, at hesar fyritøkur hava fingið tilsagnir í samband við vinnuligar fiskiroyndir.
Á rundferðini nýtti landsstýrismaðurin eisini høvið at hoyra um ætlanirnar hjá hesum virkjum og umrøða ymisk aktuell viðurskifti viðvíkjandi fiskivinnuni, bæði hjá heimaflotanum, uppsjóvarskipunum og viðvíkjandi framleiðsluni á landi.
”Tað er hugaligt at síggja, at føroysku virkini raðfesta virðisøking og menning av nýggjum vørum. Eg havi frá byrjan raðfest at hava gott samband við vinnuna, soleiðis at til dømis tillagingar í verandi skipanum ella nýggjar skipanir, sum koma, verða viðgjørdar í tøttum samskifti við vinnuna” sigur Dennis Holm, landsstýrismaður.
Landsstýrismaðurin hevur eisini á skrá aðrar vitjanir hjá vinnufyritøkum komandi tíðina, tá m.a. verður vitjað í Sandoynni, Norðstreymi og í Vágum.
Fleiri myndir HER Landsstýrismaðurin vitjað virkir - Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið