Landsstýrismaðurin hevur svarað Kim Durhuus, løgtingsmanni

Um at gagnnýta alt okkara tilfeingi

Svar til fyrispurning nr. 52-055/2023 frá Kim Durhuus, løgtingsmanni, til Dennis Holm, landsstýrismann, um at gagnnýta alt okkara tilfeingi

Spurningar: 1. Hevur landsstýrismaðurin nakrar ítøkiligar ætlanir um at lóggeva alt okkara tilfeingi til lands? 2. Hevur landsstýrismaðurin verið í samskifti við vinnuna um málið? 3. Hvørjar stuðulsmøguleikar hevur landsstýrismaðurin at stuðla nýskapandi ætlanum innan økið? Svar:

Til spurning 1. Ja. Í eina tíð hevur verið arbeitt við at menna eitt uppskot um at landa alt lívfrøðiligt tilfar frá veiðu um bryggjukant í Føroyum. Í mun til tað vanliga ella siðbundna, so fevnir hetta uppskot um lívfrøðiligt tilfar frá veiðu í føroyskum sjógvi, so sum høvd, rogn, livur, ryggir, innvøl, skræðu og fráskurð. Tað er ein sannroynd, at slík ætlan krevur umskipanir innan ymsar partar av vinnuni. Hesum tekur uppskotið hædd fyri, tí uppskotið og ætlanin byggja á eina skiftistíð, sum ásetir, hvussu stórar mongdir av nevnda lívfrøðiliga tilfari skula landast um bryggjukant í Føroyum. Skiftistíðin verður bygd upp í stigum, soleiðis at landaðu nøgdirnar verða lutfalsliga smáar tíðliga í skiftistíðini, men økjast stigvíst sum frá líður. Ætlandi skal skiftistíðin fevna um nøkur ár, og fyrstu tíðina fevnir ætlanin bert um veiðu í føroyskum sjógvi.

Til spurning 2. Ja. Fundir og samskifti hava verið við umboð fyri ráfiskaseljarar, ráfiskakeyparar, reiðarar, manningarfeløg og framleiðsluvinnuna á landi. Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið 2/2 Leggjast kann afturat, at í einum seinri umfari verður skrivligt tilfar og uppskot til kunngerð sent til hoyringar hjá viðkomandi pørtum.

Til spurning 3. Eingin ætlan er um at seta í verk eina stuðulsskipan, sum beinleiðis verður knýtt at hesi ætlan.

Dennis Holm landsstýrismaðu