Landsstýrið bindur lønir niður
At landsstýrið í sambandi við lønarlyftið til summar fakbólkar bindur lønirnar niður, ger seg inn á samráðingarrættin hjá feløgunum.
Tað sigur Jógvan Philbrow, formaður í Føroya Pedagogfelag, sum er eitt av teimum feløgum, ið fær lønarlyft hesuferð.
Endalønin verður fastfryst, men tað eru eisini aðrir vandar við tí, sum landsstýrið ætlar sær, sigur Jógvan Philbrow, sum rópar framferðarháttin "fantasileysan".
Hoyr samrøðu við formannin í Pedagogfelagnum í útvarpstíðindunum: Pedagogfelagið: Landsstýrið bindur lønir niður | Kringvarp Føroya (kvf.fo)