Landsfundurin hjá Føroya Fiskimannafelag
Landsfundurin hjá Føroya Fiskimannafelag
Landsfundurin hjá Føroya Fiskimannafelag í ár verður Hósdagin 20. desember kl 10. í Kaffihúsinum Undir Bryggjubakka 14. morgunmatur verður kl 9:30.
Uppskot yil Landsfundin skulu vera Føroya Fiskimannafelag, Bryggjubakki 14-16, postboks 58, 110 Tórshavn, í hendi í seinasta lagi tríggjar vikur fyri Landsfundin. Eisini ber til at senda uppskot við telduposti innan somu freist til [email protected]
Á landsfundinum koma hesi mál til viðgerðar:
1. Frágreiðing frá virki felagsins í farna ári.
 2. Framløga av grannskoðaðum roknskapi til góðkenningar.
 3. Val av grannskoðara.
 4. Ásetan av limagjaldi.
 5. Uppskot frá stjórn og limum.
 6. Annað.

