Landingar á Havsbrún higartil hesa vikuna

Uppsjóvarskipini, Borgarin, Tróndur í Gøtu, Norðingur og Katrin Jóhanna hava øll landa svartkjaft til Havsbrún í vikuni. 

Allur svartkjafturin verður framleiddur til mjøl og lýsi, og hareftir til fóður. 

Borgarin kom inn við 2400 tonsum av svartkjafti.

Tróndur í Gøtu hevði 2000 tons av svartkjafti og ávikavist  Norðingur og Katrin Jóhanna høvdu 2000 tons av 1780 tons av svartkjafti.