Landgrunnurin met heitur í 2025

Árið 2025 er heitasta síðan mátingarnar byrjaðu í 1914.

Miðalhitin í sjónum kring oyggjarnar fyri alt árið 2025 var eitt kvart stig heitari enn undanfarna metárið 2003. Níggju mánaðir í 2025 vóru eisini met heitir, umframt at met vórðu sett fyri heitasta dag. Árið 2025 er sostatt tað heitasta vit vita um á Landgrunninum, síðan mátingarnar byrjaðu í 1914.

Hetta vísa mátingar, sum Havstovan regluliga ger við Oyrargjógv og Skopun. Umframt hesar mátingar eru eisini eldri mátingar frá Mykinesi, sum blivu gjørdar í tíðarskeiðnum 1914-1969. Í hesum tíðarskeiðnum var hitin so at siga javnt vaksandi fram til umleið 1960 (Mynd 1). Eftir hetta kólnaði tað aftur. Tað vísa skotskar mátingar eisini, sum eru gjørdar eystanfyri síðani 1950. Í 1991 byrjaði Havstovan at máta hitan í sjónum við Oyrargjógv. Hesar mátingar vísa, at hitin vaks nógv beint eftir aldarskiftið, og at sjógvurin bleiv met heitur í 2003. Síðani hevur hitin skift eitt sindur, men yvirhøvur verið rættuliga høgur. Nú hevur hitin gjørt eitt stórt lop, soleiðis at 2025 bleiv væl heitari enn 2003.

LES ALT HER Landgrunnurin met heitur í 2025 - Havstovan