Landaðu og fingu jólapakkar
Hósdagin í seinastu viku landaðu samtrolararnir Jaspis og Ametyst í Havn.
Teir høvdu roynt eystanfyri og høvdu 220.000 pund og meginparturin var upsi.
Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð við jólapakkum. Tíð var eisini til prát, Guds orð og bøn.
Teimum og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.