Kyrjasteinur undir saltgoymsluni á heysti 1976

Myndin visur "Kyrjastein undir saltgoymsluni á heysti 1976". Søgan um Kyrjastein er long. 

Skipið varð keypt til Fuglafjarðar, úr Porkeri, fyrst í nítiárunum við tí fyri eyga at rigga tað aftur í gamlan stand og nýta sum savn.

Tann 23.01.2002 hevði Edvard Joensen, tíðindamaður áhugaverda grein á in.fo

 Kyrjasteinur settur á land

Skipssavn

Fuglafirði:
Kyrjasteinur er nú settur á land í Fuglafirði og verður fyrsta dagin drigin flóðfríur. Hann skal síðan riggast til minni um skonnarttíðina.
Tað er áhugafelagið Karvatoftir, sum mannað er av fuglfirðingum, búsitandi uttan fyri Fuglafjørð, sum eigur Kyrjastein. Skipið varð keypt úr Porkeri fyrst í nítiárunum við tí fyri eyga at rigga tað aftur í gamlan stand og nýta sum savn.
Óla Hendrik av Fløtum er ein teirra, sum myndar felagið Karvatoftir. Hann greiðir frá, at Kyrjasteinur er gamalt fuglafjarðarskip, og tí er serliga stuttligt at hava fingið hann aftur til Fuglafjarðar.
Hann er smíðaður í 1936 og kom á vari 1937 til Fuglafjarðar. Hann er smíðaur sum skonnart, men varð ongantíð skonnartriggaður, greiðir Óla Hendrik av Fløtum frá.
Tá Kyrjasteinur var nýggjur, vóru motorarnir komnir í skipini, og teir vunnu so á seglunum, sum minkaðu, so hvørt sum motororkan vaks.
Kyrjasteinur varð riggaður sum galeasa og hevði ongantíð triðju mastrina, sum skonnartin annars eigur.
Hann hevði eina 120 hk. maskinu, tá hann kom. Men hon varð skjótt skift út við eina størri, og Boðasteinur, sum Haraldsen eisini átti, fekk maskinuna úr Kyrjasteini.

Sama navnið
Kyrjasteinur var merktur FD 185, tá hann kom til Fuglafjaðrar. Síðan hevur hann havt ymisk nummur, eftir sum hann hevur ferðast í landinum. Sinast var hann í Porkeri. Men alla tíðina hevur hann itið Kyrjasteinur, og tað fer hann eisini framhaldandi at gera, sigur Óla Hendrik av Fløtum.
Kyrjasteinur varð her fyri tikin upp í fjøruna innanvert nýggja mentanarhúsið í Fuglafirði, og stendur nú á landi sum ein annar søguligur varði í hesum umhvørvinum.
Óla Hendrik av Fløtum sigur, at teir fara í næstu viku, tá harður streymur verður aftur, at draga hann einar seks-átta metrar longur niðan í fjøruna, soleiðis at hann tá fer at standa flóðfríur.
Teir hava lagt lunnar undir hann, so hann ikki søkkur niður í sandin, greiðir Óla Hendrik frá.
Kyrjasteinur varð rættiliga avriggaður, eftir at hann kom aftur til Fuglafjarðar í nítiárunum. Alt var tikið oman av omandeks, og eisini undir dekki varð tað mesta tikið úr. Lugarskottið og maskinskottið standa tó eftir í skrokkinum. Annars er bara dekkið eftir, eins og stórmasturin, sum helst verður tikin úr, meðan arbeitt fer at verða upp á skipið.
Óla Hendrik av Fløtum sigur, at nú beinanveg verður Kyrjasteinur bara drigin longri niðan í fjøruna. Men sum dagarnir fara at leingjast, væntar hann, at teir fara undir at arbeiða upp á skipið at fáa tað sett í stand.

Skonnartirnar
Endalig støða er ikki tikin til, hvussu hann skal riggast. Um tað skal vera, sum hann sá út, tá hann kom til Fuglafjarðar í 1937, ella hann møguliga skal gerast til eina fullriggaða skonnart.
Óla Hendrik av Fløtum undrast á, at so at siga einki verður tosað um skonnarttíðina í Føroyum.
?Vit hoyra so at siga bara um slupptíðina, hóast skonnartirnar vóru tann longdi armurin, um vit kunnu siga so, hjá sluppunum. Tær vóru tey størru skipini, og tað var við teimum, at føroyingar fóru bæði til Grønlands og New Foundlands at fiska, vísir hann á.
At ein skonnart kemur at standa í Fulgafirði, er eisini upp á sítt pláss, heldur hann, tá hugsað verður um, at fuglfirðingar rættiliga tíðliga fingu sína fyrstu skonnart. Tað ver Florence, sum kom til Fuglafjarðar í 1892. Hon varð ásigld og sakk á Norðhavinum 29. mars 1902. Altso fyri 100 árum síðan.
Óla Hendrik av Fløtum heldur tað vera ov lítið gjørt við at varðveita alla okkara skipasøgu.
Slupp er onkur hendinga, men tær hava tað ikki gott. Westward Ho liggur skerd á Havnini, og Johanna verður leigað út. Hvalabátar hava vit átt, men har er eingin eftir, og so allir smáu motorbátarnir. Har er eisini bara onkur hendinga, sum goymdur verður, harmast hann um.
Nú er so Kyrjasteinur komin at standa, men tað fara væntandi at ganga eini átta ár ella kanska meira - sum teir hava roknað við - til hann er liðugur at brúka til savn, sigur Óla Hendrik av Fløtum.
Felagið Karvatoftir, sum eigur Kyrjastein, er sjálvsognarfelag, sum stovnað er til endamálið.
Teir, sum manna nevndina í felgnum í dag, eru umframt Óla Hendrik av Fløtum, Benny Samuelsen, og Jógvan Róin, fuglfirðingar í Havn saman við Johan Petersen, fuglfirðingi á Glyvrum.
Ætlanin hjá teimum er, at tá Kyrjasteinur er liðugur, skal hann latast Fuglafirði í varðveitslu. Tað vil siga Fuglafjarðar Býráði og Fuglafjarðar Fornminnisfelag, sigur Óla Hendrik av Fløtum.