Kvotur settar av til vinnuligar fiskiroyndir
Í kunngerðunum um fiskiskap eftir ávikavist norðhavssild og makreli í 2023 eru kvotur settar av til vinnuligar fiskiroyndir. Av norðhavssild eru 3.000 tons sett av og av makreli eru 1.800 tons sett av.
Umsóknarfreistin at søkja um part av kvotunum var mánadagin 3. juli. 2023. Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið fekk sjey umsóknir um kvotur av norðhavssild, har tilsamans varð søkt um 5.900 tons. Viðvíkjandi makreli komu seks umsóknir; har varð tilsamans søkt um 4.200 tons.
Umsóknirnar eru viðgjørdar innanhýsis í Fiskivinnu- og samferðslumálaráðnum og saman við Havstovuni.
Fýra umsóknir um kvotur av norðhavssild eru játtaðar og hava fingið tillutað tey 3.000 tonsini, sum vóru tøk. Tríggjar umsóknir vórðu ikki gingnar á møti.
Tríggjar umsóknir um kvotur av makreli eru játtaðar og hava fingið tillutað tey 1.800 tonsini, ið vóru tøk. Tríggjar umsóknir vórðu ikki gingnar á møti.
Í viðgerðini og raðfestingini av umsóknunum er serligur dentur lagdur á menningar- og nýskapanarvirðið í royndunum.
Umsóknirnar, ið eru gingnar á møti, snúgva seg um at avreiða til virkir á landi, sum á ymiskan hátt virka ávikavist sildina og makrelin á ein hátt, so virðisøkingin verður størri enn við vanligari framleiðslu, ella har nýggjar vørur verða mentar fyri at koma á aðrar marknaðir.
Umsóknirnar, ið ikki vórðu gingnar á møti, vóru av ymiskum orsøkum ikki mettar at lúka treytirnar um menningar- og nýskapanarvirði.
Eins og undanfarin ár verða í sambandi við játtandi svar um kvotur til vinnuligar fiskiroyndir, settar serligar treytir, sum skulu tryggja, at endamálið við royndunum verður rokkið. Frágreiðingar skulu sendast Fiskivinnu- og samferðslumálaráðnum, tá royndirnar eru gjørdar – í seinasta lagi 31. januar 2024.
Feløgini, sum hava fingið játtað kvotur, eru:
Norðhavssild
- Jupiter (samstarv við Pelagos), 700 tons
- P/F Kósin, 1.200 tons
- Sp/f DNV undir stovnan, 150 tons
- Sp/f Tavan, 950 tons
Makrelur
- Sp/f Tavan, 650 tons
- Sp/f DNV undir stovnan, 150 tons
- P/F Kósin, 1.000 tons