Kvotur seljast á almennum sølumarknaði
Hetta verður gjørt fyri at fáa gjøgnumskygni, sigur Dennis Holm, landsstýrismaður. Jacob Vestergaard, løgtingsmaður, ávarar móti hesi skipanini.
Tað skrivar Marjun Dalsgaard á kvf.fo.
Í framtíðini skulu kvotur seljast gjøgnum ein almennan sølumarknað, tá privatir selja ímillum sín.
Skipanin fer at virka sum ein meklari, segði Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskvinnumálum í Breddanum fyrrapartin.
Jacob Vestergaard í Fólkaflokkinum ávaraði ímóti tíliíkari, tí hon fer at taka grundarlagið undan teimum, sum vanliga keypa kvotu frá øðrum reiðaríum.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: https://kvf.fo/greinar/2023/03/16/kvotur-seljast-almennum-solumarknadi