Kvotan skal ikki longur ávirka veiðigjaldið

Øtlla at strika ásetingina um minni veiðigjald, tá kvotur minka serliga nógv

Lógin, sum hon er nú, sigur, at fer tøka kvotan niður um 50 prosent av miðalkvotuni, sum er sett seinastu fimm árini, fer veiðigjaldið niður í helvt.

Hetta hendi við veiðigjaldinum fyri norðhavssildina í ár.

Fyri at sleppa undan hesum ætlar landsstýrið nú at broyta veiðigjaldslógina.

Galdandi lóggáva leggur ikki upp fyri, at hægri prísur ofta vigar uppímóti minni kvotu, sigur landsstýrið.

Og í løtuni er júst tað støðan. Eftir semjuna um makrelin, er prísurin á makreli meira enn tvífaldaður.

Semjan ger eisini, at fiskast kann meira effektivt.

Móti endamálinum

Samstundis verður veiðigjaldið ásett eftir avreiðingarvirðinum fyri árið frammanundan. 

Ásetingin virkar tí móti sínum endamáli, sigur landsstýrið.

Tað heldur tað eisini vera óheppið, at avtalur, sum Føroyar gera við onnur lond um, hvussu fiskurin skal býtast, skal hava so stóra ávirkan á veiðigjaldið. 

Kvotur fyri 2026 eru ikki heilt kendar enn.

Tí ber ikki til at siga, hvør fíggjarligu avleiðingin verður næstu árini. 

Men út frá tilmælunum frá ICES er sannlíkt, at makrelur kemur undir markið fyri helvtargjald í 2026.

Tað skrivar Høgni Djurhuus á kvf.fo