Kvotan Barentshavinum niður í 312.000 tons

Hetta er minsta kvota síðani 2003

Vísindafólk mæla til at skerja toskafiskiskapin í Barentshavinum aftur næsta ár, fjórða árið á rað.

Í ár samdust Russland og Noreg um at skerja fiskiskapin 20 prosent, niður í 454.000 tons.

HOYR samrøðuna við Hanus Hansen, reiðara her Reiðari: Kann fáa avleiðingar fyri flotan í Barentshavinum | Kringvarp Føroya (kvf.fo)

Nú mæla fiskifrøðingar til at taka 31 prosent av kvotuni næsta ár, so hon fer niður í 312.000 tons, sum er minsta kvota síðani 2003. 

Kvotan er minkað nógv seinastu árini.

Hon var 886.000 tons í 2021.

Tað skrivar Høgni Djurhuus á kvf.fo

Mynd Birgir Waag Høgnesen