Kvinnudagur – hava vit enn tørv á honum?
Soleiðis hugsaði eg ofta sum tannáringur og ung kvinna. Og hetta hóast eg eri vaksin upp í einum kvinnuuniversi, sum elsta gentan í einum systrahópi uppá fýra, tí heima hjá okkum var kyn ongantíð ein avbjóðing ella forðing. Vit fingu við okkum heimanífrá, at við at gera okkara besta og arbeiða miðvíst móti tí, vit ynsktu, so skuldu vit nokk klára okkum her í lívinum. Kyn var ongantíð ein partur av líkningini. Men eg og mínar systrar kunnu bert vera takksamar fyri, at okkara ættarlið stendur á herðunum á kvinnum frá undanfarnum ættarliðum, sum gjøgnum tíðirnar hava stríðst fyri at tryggja okkum tey rættindi, sum vit hava í dag.
Omma mín plagdi av og á at seta orð á, at hon hevði ynskt, at hon var ung í dag. At stóri munurin á okkum og hennara ættarliði var, at vit høvdu møguleikan og kundu velja. Kvinnur í dag kunnu velja útbúgving, yrkisleið og tjena okkara egnu pengar og tí vera fíggjarliga frælsar, samstundis sum uppgávurnar í heiminum og rundanum børnini verða deildar nógv meiri javnt millum kynini í dag, enn tá omma mín var ein ung kvinna.
Javnrættindi og javnstøða eru ikki ein sjálvfylgja, og tí hava kvinnur í dag nógv at vera kvinnunum í undanfarnu ættarliðum, okkara mammum og ommum, takksamar fyri. Men hóast nógv er broytt, so eru vit als ikki komin á mál. Í føroyska samfelagnum er framvegis neyðugt við átøkum innan ymisk øki, sum í enn størri mun skulu tryggja javnrættindi og javnstøðu í okkara modernaðu tilveru, og sum okkara børn og ommubørn, óansæð kyn, kunnu fáa ágóðan av. Javnari býti av barsli, javnari umboðan av kynunum í ávísum vinnugreinum og sum heild í leiðandi størvum í vinnulívinum eru dømi um øki, har vit enn sum samfelag hava eina uppgávu at loysa.
So ja, vit hava enn tørv á altjóða kvinnudegnum, soleiðis at vit ikki gloyma alla menningina, sum longu er farin fram, og so vit áhaldandi kunnu minna hvønn annan á, at vit framvegis hava eina stóra uppgáva at lyfta, bæði sum einstaklingar og samfelag, fyri at tryggja okkara børnum enn betri karmar og fortreytir, tá talan er um javnrættindi og javnstøðu.
Góðan altjóða kvinnudag!