Kveikingardagur um vinnuligar verkætlanir innan gransking, menning og nýskapan í fiskivinnuni
Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið bjóðar til kveikingardag um vinnuligar verkætlanir innan gransking, menning og nýskapan í fiskivinnuni.
Kveikingardagurin er ætlaður teimum, sum hava hugskot um vinnuligar verkætlanir innan gransking, menning og nýskapan í fiskivinnuni. Talan kann eisini vera um Ph.d.-verkætlanir. Tað er eitt krav, at verkætlanirnar eru skipaðar sum bindandi samstarv millum føroyska vinnufyritøku og føroyskan granskingarstovn.
Um tiltakið
Fiskivinnuroyndir er umskipað í mun til undanfarin ár, har størri dentur nú verður lagdur á vinnuligar verkætlanir innan gransking, menning og nýskapan.
Freistin at senda inn umsóknir er mánadagin 28. apríl 2025 kl. 12:00.
Í hesum sambandi skipar Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið fyri einum degi við framløgum og verkstovum, sum vónandi fara at knýta sambond og kveikja hugskot um áhugaverdar verkætlanir innan raðfestu økini virðisøking “Alt í land” og burðardyggan fiskiskap.
Umboð fyri granskingarumhvørvið og vinnuna hava framløgur, og eisini vera verkstovur um raðfestu økini.
Dagurin verður hildin á Frælsinum, í gamla Venjingarskúlanum, í hølunum hjá Fróðskaparsetri Føroya.
Tað skrivar fisk.fo