Kunnnu nú vera starvsvenjingarstað hjá aspirantum á Vinnuháskúlanum
Avtala er nú gjørd millum Navigare Shipping og Vinnuháskúlan um, at skipini hjá Navigare Shipping framyvir kunnnu vera starvsvenjingarstað hjá aspirantum á Vinnuháskúlanum.
Á myndini eru tað Símun Poulsen, stjóri á Vinnuháskúlanum, og Álvur Højgaard, stjóri á Navigare Shipping.
Áður hevur Vinnuháskúlin góðkent Smyril Line, Skansi Offshore, Thor, Bakkafrost, Strandferðsluna, VØRN, Havstovuna og TORM sum útbúgvingarstað fyri aspirantar á sjónum.
Harafturat eru MEST, KSS, KJ Hydraulikk og SEV starvsvenjingarstøð hjá maskinmeistaraaspirantum á landi.
Við avtaluni við Navigare Shipping legst afturat møguleiki hjá aspirantlesandi at fáa dygdargóða siglingstíð.
Aspirantkunngerðin varð lýst í 2015, og hon gevur teimum lesandi á Vinnuháskúlanum millum annað møguleika at fáa siglingstíð til fyrsta vinnubrævið undir lesnaðinum, eins og kent er frá útlondum, skrivar Vinnuháskúlin í tíðindaskrivi.
Tað skrivar Kári Mikkelsen á kvf.fo