Kunngerðin um Føroyabanka 2024 lýst

Útróðrarbátarnir fáa fleiri dagar og línuskipini færri dagar.

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, hevur lýst kunngerð um tíðaravmarkaða serskipan fyri veiðu eftir botnfiski á Føroyabanka í 2024.

Fiskidagatalið er farið úr 330 í fjør niður í 265 í ár.

Teir 265 fiskidagarnir vera býttir øðrvísi millum bólkarnar í ár. Útróðrarbátarnir fáa fleiri dagar og línuskipini færri dagar.

Skipanin fyri útróðrarbátarnar undir 15 tons í bólki 5 er tann sama sum í 2023. Tað vera bara teir vinnuliga virknastu bátarnir, ið sleppa á Bankan. Treyt er, at báturin hevur avreitt fyri 500.000 krónur ella meira, í minsta lagi eitt av árunum 2021-2023.

Bátar í bólki 5, ið lúka treytina, og sum ætla sær á Føroyabanka í 2024, skulu, innan týsdagin 4. juni 2024, kl. 16.00, søkja Vørn um fiskiloyvi.

Kunngerðin kann lesast her.