Kunngerð um at skipa fiskiskapin eftir kongafiski í altjóða sjógvi

Í fjør var kongafiskakvotan 3.964 tons.

Kunngerðin um at skipa fiskiskapin eftir kongafiski í altjóða sjógvi í Norðurhavi í ár er á veg.

Hoyringarfreistin var 5. juli.

Føroyar fáa ikki serstaka kvotu.

Felagskvotan hjá londunum í NEAFC er 4.082 tons.

Fiskiskapurin skal steðga, tá fráboðanir til NEAFC vísa, at fiskifør hjá sáttmálapørtunum hava fiskað 4.082 tons.

Noreg og Russland telja ikki við.

Kongafiskur kann fiskast til 1. desember.

Í fjør var kongafiskakvotan í altjóða sjógvi í Norðurhavi eitt sindur minni enn í ár. Hon var 3.964 tons.

Tað skrivar Høgni Djurhuus á kvf.fo