Kundu ikki siga nei til góða tilboðið úr Føroyum
Eigararnir av frystilínuskipinum Kambi, sum sakk 6. februar í ár, M&S Strendur, hava keypt norska línuskipið, Veststeinen, sum er 45,6 metrar langt og sum eisini er frystilínuskip.
Tað vita fleiri norskir miðlar at siga.
Nær vit síggja nýggja skipið í Føroyum er ikki greitt enn.
Sum skilst keyptu norsku eigararnir Veststeinen í desember í 2023. Orøkin til at teir longu selja, siga miðlar, at teir ikki vildu siga nei til góða tilboðið úr Føroyum.