Koma úr Norra við skervi. Aftaná liggur leiðin til Íslands
Hetta er eitt fjølbroytt arbeiði
-Hetta er eitt áhugavert arbeiði og ein fjølbroytt sigling. Við tí meini eg, at vit sigla við ymiskum farmi og koma í sera ymiskar havnir, og sum eru sera ymiskar til støddar.
Tað sigur stýrimaðurin á Hav Nordic, Arnfinn Hansen.
Tað skrivar Føroyska Sjómansmissiónin á facebook-vanga sínum. Myndina eigur TJ-myndir
-Eg kann nevna, at nú koma vit úr Norra við skervi. Aftaná liggur leiðin til Íslands, har vit á Eysturlandinum skulu lasta fiskamjøl á tveimum plássum, sum skal siglast til Skotlands. Síðani skulu vit til Rotterdam í Hollandi eftir vøru til Havsbrún, sigur hann.
-Hetta sigur nakað um hvussu ymsastaðni vit sigla og við ymiskari vøru, og tað ger arbeiðið áhugavert. Vit sigla nógv fram við norsku strondini og sigla annars mest í Norðurevropa, sigur Arnfinn.
Sjey mans eru við Hav Nordic, sum í dag hevur lossað skerv við Norðskála.
Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð í morgun og tíð var til prát, Guds orð og bøn.
Teimum og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu