"Kom á 2069!", plagdi man at hoyra á fiskabylgjuni fyrr í tíðini
Radio.fo: "Kom á 2069!", plagdi man at hoyra á fiskabylgjuni fyrr í tíðini. Útvarpsstøðin Radio.fo, sum hoyrist um alt landið, fer í dag og hvønn fríggjadag undir nýggju sendingina, sum nevnist: "Kom á 2069".
Farið verður at ringja til skip og frætta tíðindi frá teimum, sum balast á havinum.
Tað er kendi strandingurin, Eivind Jacobsen, sum nú hvønn fríggjadag fer at skipað fyri sendingini "Kom á 2069".
Eivind Jacobsen sigur, at hann hevur verið í samband við sjómenn, um áhugan fyri slíkari sending, og undirtøkan hevur verið góð.
Eftir hesar samrøðurnar hevur Radio.fo avgjørt, at farið verður undir sendingina, og farið verður at ringja til skip, sum sigla um øll heimsins høv. Byrja verður í dag kl.13.15.
Ringt verður bara til skip har føroyingar eru umborð. Jógvan Poulsen, stjóri á Radio.fo sigur, at Radio.fo hevur við hesi sending lagt seg eftir at fáa samband við tey fólk, sum vanliga ikki koma til orðanna í Føroyum.
Tað hevur stóran áhuga millum føroyingar at frætta, hvussu tað gongur, ikki bara í fiskivinnuni, men sjóvinnuni sum heild.
Tað er einki er at taka seg aftur í, at bæði fólk á sjógvi og ikki minst familjan á landi, hava áhuga í hvussu gongst umborð.
Fyrsta sendingi er í dag, fríggjadagin 24. mars kl.13.15 og hvønn fríggjadag frameftir.