Kokkakapping á Sjómannadegnum
Altjóða kokkakapping verður á Føroya Sjómannadegi í Klaksvík, leygardagin t. 17. august. Tað er NORA, sum skipar fyri kappingini, saman við Tekniska Skúla í Klaksvík.
Kappingin er partur av stóru kappingini Arctic Young Chef, sum NORA skipar fyri í Grønlandi, Íslandi, Noregi og Føroyum.
Við kappingini seta NORA og fyrireikararnir sjóneyku á norðuratlantiska og arktiska gastronomi. Dentur verður eisini lagdur á at brúka lokalar stuttfluttar rávørur, og rávørur, sum ikki verða so oftani brúktar. Luttakandi kokkar skulu eisini hugsa um, hvussu teir miðla sínar haute cuisine rættir, soleiðis at rættirnir eitt nú kunnu gerast heima ella í køkum og kantinum, sum gera mat til fleiri, td. skúlar, barnagarðar og annað.
Við kappingini á Sjómannadegnum vóna NORA og kokkaskúlin í Klaksvík at seta góðu føroysku rávørurnar í miðdepilin, og samstundis stimbra nýmenning innan gastronomiska geiran. Kokkaskúlin er júst farin undir at taka ímóti lærlingum, sum fara at taka alla útbúgvingina í Føroyum. Nýggj námsskipan er ment til júst hetta, sum setur føroyska tilfeingið og føroyska siðvenju í miðdepilin.
Kokkakappingin er fyri kokkar og lærlingar, ið eru yngri enn 30 ár.
NORA, Føroya Sjómannadagur, og Tekniski Skúli í Klaksvík