KNAPK ynskir samband við Føroya Fiskimannafelag
Ynskja fiskimarkið út á 12 fjórðingar
Grønlendska veiði- og fiskimannafelagið KNAPK er felag fyri heili 69 staðbundin feløg.
Felagið hevur skrivstovu í Nuuk, har fýra fólk starvast.
-Vit umboða bæði veiðu- og fiskimenn. Ein veiðimaður kann gerast fiskimaður og mótsætt. Tá tosað verður um veiði- og fiskimenn í okkara samanhangið, tosa vit um sjómenn, sum kunnu royna út á 3 fjórðingar, ella “innanskersfiskimenn”, sum teir eisini verða róptir.
Tað sigur Mikael Petersen, sum er “seniorkonsulent” í KNAPK.
-Hinir sjómennirnir, sum fiska uttanfyri 3 fjórðingar kalla vit “havfiskarar”. Teir sigla við trolarum, línuskipum og øðrum skipum. Teir eru limir í Grønlands arbejderforening (GA), sigur hann.
-Vit í KNAPK royna at stríðast fyri okkara limir og rættindi teirra, bæði lokalt og uppá landsplan. Eitt av okkara stóru ynskjum er, at fáa fiskimarkið út á 12 fjórðingar, so tey stóru skipini ikki kunnu fiska nærri enn tað. Sum óivað einasta land í norðurlondum, kunnu stóru skipini fiska heilt inn á 3 fjórðingar, og tað líkist ongum, sigur Mikael.
-Eitt annað mál felagið stríðist fyri, er at fáa ein minstaprís fyri fiskin. Í mong ár hevur prísurin sveiggja upp og niður, og fáu keypararnir avgerða prísin, sum nærum altíð er ov lágur. Okkara limir fáa bara góðar 10 kr. fyri avhøvdaðan tosk. Tí hevði ein minstiprísur komið sera væl við hjá okkara limum, sigur hann.
Tá sjómanstrúboðarin vitjaði á skrivstovuni hjá KNAPK var sagt, at hóast teirra felag lítið og einki samband hevði við Føroyar og Føroya Fiskimannafelag, so vóna teir, at sambandið skjótt verður betri.
Føroyska sjómansmissiónin ynskir veiði- og sjómonnunum í Grønlandi og sjófólkinum annars, Guds signing og varðveitslu.
Mynd: Mikael Petersen, seniorkonsulent og Lars Dahl, kassameistari.
Greinin stendur á facebook-vanganum hjá Facebook