Klakkur nýggjan túr
Í gjárkvøldið fór Klakkur nýggjan túr.
Vit kontaktaðu umboð fyri Klakk í morgun.
Teir siga, at í stutta summarstegginum hevur skipasmiðjan KSS gjørt ymist viðlíkahald umborð, sum var neyðugt.
Klakkur KG 9 hevur ein toskakvotu á 140 tons eftir at fiska í Eysturgrønlandi og skipari hendan túrin er Líggjas Johannesen.
17 mans eru við hendan túrin.
Myndin er frá facebook-síðuni hjá Klakkur KG 9.