Klakkur komin á Klaksvík

fóru úr Føroyum á Flemish Cap 1. junii

 

Klakkur kom á Klaksvík beint eftir døgurða í gjár.

Teir hava verið til fiskiskap á Flemish Cap.

Lastin var 343 tons. Harav vóru góð 7 tons av kalva.

Líggjas V. Johannesen var skipari hendan túrin.

Longu klokkan kl. 02.30 í nátt loystu teir aftur, men tað verður bara ein stuttur túrur undir Føroyar.