Kend fyritøka seld

Fyritøkan selur amboð, smyrjioljur, kemikaliir, og ídnaðartilhoyr

Í gjár var almannakunngjørt at  Jákup & Ester Mikkelsen, Hans Arni & Durita Thomsen og Árni & Ása Frederiksberg hava keypt 70% av KBI

Fyri knøppum trimum árum síðani misti KBI stjóran og stovnaran, Karl Birgir Isaksen, ið átti 70% av felagnum. Hann var ein drívmegi, og missurin hevur verið stórur.

Døtur Karl Birgir, Rannvá, Karla & Tóra, eiga framhaldandi 30% av KBI.

Eigararnir síggja fram til eitt gott samstarv.

FAKTA um KBI

KBI er tín loysnaveitari innan amboð, smyrjioljur, kemikaliir, og ídnaðartilhoyr. Vit veita fyritøkum kring alt landið dygdarvørur og tænastur, sum tryggja, at dagliga virksemið koyrir smidliga. Við fleiri enn 265.000 vørunummurum og serkønum starvsfólkum, hjálpa vit tær at finna júst tað, tú hevur tørv á – altíð við skjótri og álitandi tænastu.

Sum føroysk fyritøka hava vit okkara egnu goymslu í Klaksvík, har vit leggja dent á at vera skjót og fleksibul. Vit vita, hvussu týdningarmikið tað er hjá kundum at fáa vørurnar til tíðina, og tí bjóða vit bæði vegleiðing, skjótar útkoyringar og møguleikan fyri at bíleggja serligar vørur, ið ikki eru á goymslu.