Katrin Jóhanna hevði vitjan av sjómanskvinnuringi
Fyri viku síðan hevði pelagiski trolarin, Katrin Jóhanna, vitjan av sjómanskvinnuringinum í Miðvági.
Vitjanin hevur verið í umbúna eina tíð, og nú skipið lá á Sørvági til ymiskt viðlíkahald, áðrenn svartkjaftafiskiskapurin tekur seg upp aftur, var lagaliga løtan komin.
Uppmøtingin var góð og hýrurin var góður, bæði á kvinnum og monnum. Orkestrið Strámenn, har skiparin, Árni Dalsgaard, spælir við, var bjóða við til løtuna. Tað vildu teir fegnir, eisini tí mikukvøld er vanliga teirra venjingarkvøld.
Løtan byrjaði við sangi. Síðani bjóðaði Paula Joensen, forkvinna fyri ringin vælkomin og takkaði fyri at vitjanin var gjørlig. Hon las eitt bíbliuorð og bað. Síðani var sungið áðrenn sjómanstrúboðarin hevði Guds orð og bøn. So var drekka, meðan Strámenn spældu og sungu.
Eftir drekka greiddi skiparin, Árni Dalsgaard, frá skipinum og fiskiskapinum og Paula Joensen greiddi frá arbeiðinum hjá ringinum. Hon nevndi millum annað, at tær bóðu fast fyri Katrin Jóhonnu og øðrum skipum. Paula segði eisini, at hetta var síðsta kvøldið at ringurin var saman í vetur og at Landsstevnan hjá ringunum var í Nesvík 19.-21. apríl.
Sjómanstrúboðarin endaði við bíbliuorði og bøn. Til seinast skuldi ein sangur syngjast, men huglagið var so gott og tónleikurin við, at fleiri sangir vóru sungnir.
Øll vóru samd um, at kvøldið var frálíkt, og at tað var stimbrandi fyri ringin og manningina at hittast umborð.
Teimum umborð á Katrin Jóhonnu og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.
Tað skrivar Føroyska Sjómansmissiónin á sínum facebook-vanga. Myndir Tj-myndir.
Fleiri myndir síggjast á facebook-vanganum HER (11) Facebook