Kári Johansen ikki afturvaldur

Havnara Arbeiðararfelag hevði aðalfund leygardagin.

Leygardagin, tann 24 februar var aðalfundin hjá Havnar Arbeiðararfelag. 

Fundurin var hildin á Hotel Føroyum.

Á skránni fyri aðalfundin var  m.a nevndarval. 

Fyri vali stóðu Martin Wennerstrøm og Kári Johansen. Teir stillaðu báðir uppaftur.
Harumframt stilla upp: Erlingur Ellendersen, Jóhan Carl Dam og Bogi Hentze.

Tá avtornaði var Martin Wennerstrøm afturvaldur, men Kári Johansen fall.

Umftamt Martin bleiv Bogi Hentze valdur.