LJÓÐBROT: Kanna møguleikan fyri at velja formannin beinleiðis

Arbeitt verður við at broyta viðtøkurnar hjá Føroya Fiskimannafelag, soleiðis at formaðurin skal veljast beinleiðis á aðalfundi.

Arbeitt verður við at broyta viðtøkurnar hjá Føroya Fiskimannafelag, soleiðis at formaðurin skal veljast beinleiðis á aðalfundi.

HOYR LJÓBROT Á KVF:FO HER ca 06.35 min inni í sendingini Útvarpstíðindi | Kringvarp Føroya (kvf.fo) 

Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum, váttar, at arbeitt verður við at broyta hetta. Hann sigur í stuttari viðmerking, at nevndin hevur fingið eina áheitan frá nøkrum av limunum um at kanna møguleikarnar fyri at broyta formansvalið, soleiðis at formaðurin verður valdur beinleiðis á aðalfundinum.

Sum nú er, verður formaðurin valdur á uratkvøðu. Tað merkir, at ein freist verður sett fyri formansvalevni at stilla upp, og eftir tað hava limirnir nakrar vikur til at greiða atkvøðu millum uppstillaðu formansvalevnini.

 

Størri áhugi fyri landsfundinum 

Ein av grundgevingunum fyri at broyta mannagongdina er at skapa størri áhuga fyri felagnum og fyri at fáa fleiri fólk at møta á landsfundinum, sum Fiskimannafelagið hevur hvørt ár millum jól og nýggjár. Landsfundurin er at rokna sum aðalfundurin hjá felagnum.

Jan Højgaard ásannar, at ein stórur partur av limunum hjá Fiskimannafelagnum eru nógv burtur, og hevur tí ikki møguleika fyri at møta á aðalfundi. Tað verður eisini ein av avbjóðingunum við at broyta skipanina, sum ein loysn má finnast á, sigur Jan Højgaard.

Leggjast fyri limirnar

Hann leggur dent á, at enn er hetta arbeiðið komið stutt, og at um nøkur broyting skal gerast, verður hon løgd fyri limirnar at taka støðu til á einum komandi landsfundi.

Sum nú er, verður formaðurin valdur fyri trý ár í senn. Jan Højgaard hevur verið formaður í Føroya Fiskimannafelag síðan 2007.

Teksturin stendur á kvf.fo og myndina eigur Bjarni Árting Rubeksen