Spf. Saga fekk 1200 tons av svartkjafti
Fimm feløg hava fingið av kvotuni til vinnuligar fiskiroyndir,
- eitt er felagið Spf. Saga, sum er nýtt í hesum høpi
Á heimasíðuni skrivar Fiskimálaráðið soleiðis um vinnuligar fiskiroyndir eftir svartkjafti í 2024:
Eftir innanhýsis viðgerð og í samráð við Havstovuna eru 5 av teimum 14 umsóknunum játtaðar, og hava hesar fingið tillutað tey 7.000 tonsini, sum vóru tøk.
Feløgini, sum hava fingið játtan, eru:
P/F Faroe Marine Products - 1.800 tons
P/F Netastovan - 1.800 tons
P/F Thor Fisheries - 1.200 tons
Sp/f Saga - 1.200 tons
P/F Varðin Pelagic - 1.000 tons
Tey flestu feløgini kenna vit væl, men felagið sp/f SAGA er ikki alment kent.
Sambært Skráseting Føroya eru høvuðseigararnir Yuying Huang, Juelsminde, og Lars Larsen, Juelsminde, sum eiga um 70 % av felagnum. Sostatt eru 70 % av eigaraskapinum í sp/f. Saga á útlendskum adressum. Restina av felagnum eiga Eyðstein Eyðunsson Eltør (5 %) og Gestur Hovgaard og Anna Katrin Matras (25 %) umvegis felag teirra sp/f. Innovent.
Alt um felagið kann finnast HER Eigaraupplýsingar eru nú tøkar her á heimasíðuni - Skráseting Føroya (skraseting.fo)