Kann ongin ráðgeva fiskimálaráðharranum?
Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum stendur púra úrlatin, nú eitt uppskot til kunngerð um svartkjaftabýti er farið til hoyringar, sum eftir løgfrøðini at døma stríðir ímóti galdandi lóg. Ein kunngerð, sum stríðir ímóti lógini, er ikki galdandi, og tað undrar, at Fiskimálaráðið ikki veit tað. Tey av øllum máttu kent til endurgjaldskrøv í milliónaklassanum fyri óheimilaða skerjing av fiskirættindum.
Felagið Nótaskip hevur havt advokat inni yvir, ið sigur, at tað er óheimilað, at landsstýrismaðurin útlutar, sum uppskotið til kunngerð um býti av svartkjafti leggur upp til.
Víðari verður sagt, at um tað kortini skuldi verið lógligt, sum fiskimálaráðharrin í kunngerðini skjýtur upp at gera, merkir tað, at ongin aktørur hevur trygd fyri nøkrum sum helst. Og tað fer so aftur at gera, at ongin fer at fáa fígging til skip, tí bankarnir fara ikki at veita lán, um tað altíð er ein vandi fyri, at landsstýrisfólk fara at gera sum Dennis Holm og taka rættindini frá lántakarunum.
Tað er løgið, at fiskimálaráðharrin trumlar út við hesum. Ikki bara vegna omanfyrinevndu vantandi heimild, men eisini tí at tað gongur ímóti tí, sum flokkurin hjá fiskimálaráðharranum, Tjóðveldi, stendur fyri. Tjóðveldispolitikarar hava ferð eftir ferð ført fram, at tey eru ímóti partapolitiskari útluting av fiskirættindum, og tað er væl eisini galdandi fyri partapolitiskt at taka rættindi frá aktørum. Og tey skulu væl lutast út aftur til onkran annan.
Júst sum fiskivinnan og fólkið í Føroyum hildu, at nú andaði friður í 12 ár fram, og júst sum breið semja er gjørd um alivinnuna, kemur hendan bumban í fiskivinnuni, sum bæði kann viðføra endurgjaldskrøv og misálit, velur landsstýrismaðurin at trumla víðari fram og gera uppskotið til kunngerð. Vit eru mong, sum standa spyrjandi: Hvat skal tað til? Hvat er endamálið við at undirgrava álitið á rættindi, givin í løgtingslóg?
Í fjør summar stóð løgmaður púra úrlatin, tá hann fyrst framlegði skeiv tøl á Viðareiði, og síðani “rættaði” skeivu tølini við fleiri skeivum tølum. Tað var ein sera pínlig støða fyri løgmann, sum tó slapp við skinninum á nøsini. Men eftir stóð spurningurin: Hví hevði ongin latið løgmann betur í til tíðindafundin? Er als ongin ráðgevi í Tinganesi, ið kann syrgja fyri, at maðurin í hægsta fyrisitingarliga embætinum í Føroyum í minsta lagi hevur røtt tøl?
Hendan støðan líkist. Fiskimálaráðharrin eigur eisini at hava eina fyrisiting, sum gjøgnumgongur uppskotini til kunngerðir, áðrenn tey fara til hoyringar, og sum varskóga, um tey stríða ímóti galdandi lóg. Men heldur ikki her tykist landsstýrismaðurin at vera ílatin.
Nú fáa vit so at síggja, um (neyðar)eggið verður til unga og kunngjørt. Verður tað tað, so kunnu vit síggja fram til eitt øgiligt rumbul bæði í politikkinum, í vinnuni og helst eisini í rættarsalinum.
Og tað er stórt spell, tí nú hildu vit okkum endiliga hava fingið ein nøkulunda varandi vinnupolitikk.