Kann kosta arbeiðspláss
Stjórin á Faroe Origin óttast avleiðingarnar av, at Løgtingið í morgin sannlíkt samtykkir at lata eyka fiskidagar til útróðrarbátarnar í bólki 5B.
Tá fult virksemi er á virkinum í Runavík, hava okkurt um 90 fólk sítt livibreyð har, men morgindagurin kann gerast ein lagnudagur hjá teimum.
Tá fer Løgtingið nærum við vissu at samtykkja eitt lógaruppskot hjá Bárði á Steig Nielsen, landsstýrismanni í uttanríkis- og fiskivinnumálum, um at lata ófullriknu útróðrarbátunum í bólki 5B 750 eyka fiskidagar.
Tískil gongur Løgtingið og landsins leiðsla ímóti síni egnu umsitingarætlan, og avleiðingin kann verða, at ICES kolldømir umsitingarætlanina.
Hendir tað, er tað sannlíkt, at MSC-góðkenningin av føroyska upsafiskiskapinum saman við restini av botnfiskiskapinum verður tikin aftur.
Uttan MSC-góðkenning verður marknaðurin seldur til aðrar marknaðir, sum heldur vilja hava minni góðskaðar vørur, so tað verður brúk fyri færri hondum á upsavirkjunum, vísir Jens Pauli Petersen, stjóri á Faroe Origin.
Sí innslag í Degi og Viku: Mist MSC-góðkenning kann kosta arbeiðspláss | Kringvarp Føroya

