KAF og Heilsuhjálparafelagið fara nú undir sáttmálasamráðingar
Fyrradagin hittust Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Heilsuhjálparafelagið á innleiðandi fundi um sáttmálasamráðingar.
Samráðingarnar byrja í næstu viku.
Kommunala arbeiðsgevarafelagið skal eisini samráðast við Heilsurøktarafelagið og við Føroya arbeiðarafelag um dagrøktarar nú í heyst.
Samráðingarnar við Maskinmeistarafelagið vera væntandi tiknar uppaftur í næstu viku, sigur Anita Fuglø, leiðari hjá Kommunala arbeiðsgevarafelagnum.
Feløgini vóru hjá Semingsstovninum.
Men semingsroyndin endaði 3. september, uttan at partarnir fingu semingsuppskot.
Tað skrivar kvf.fo