Josias Matras bjargaði manningini á Snekkjusteini í 1948
Á myndini, sum Oddbjørn Vágslíð tók um jóltíðir í 1971, liggja nógvar gassfløskur niðanfyri handilin hjá Josias Matras, sum sonurin Thorleif hevði um hendi, tað eg minnist. Thorleif var yngstur at teimum trimum børnunum hjá Josiasi og Matheu Hendriksen, sum varð ættað úr Árnafirði, men sum vaks upp í Ánunum. Mathea doyði í 1956, og í 1964 giftist Josias uppaftur við Almu Jacobsen úr Búðunum, Tey áttu ongi børn.
Josias sat m.a. í kommunustýrinum í Klaksvík, og í 1954 var hann borgarstjóri eitt skifti. Hann var skiparalærdur og átti útróðrarbátin Glottan, sum var ein 30 tonsari. Stutt eftir at Josias hevði fingið Glottan, bjargaði hann manningini á trolbátinum Snekkjusteini hjá víkamonnum, sum var farin á land norðuri á Skarði í kavaroksódn á landnyrðingi tann 5. februar í 1948. John Lassen í Klaksvík førdi Snekkjustein, og teir vóru einir 12-14 mans við bátinum henda túrin.
Snekkjusteinur hevði trolað norðanfyri, og var farin undir land at kroka. Men í illveðrinum komu teir inn í brimið undir bygdini á Skarði og fóru á land. Veðrið var so ringt, tá útróðrarbátar úr Klaksvík komu norður, at har gjørdist einki. Manningin á Snekkjusteini slapp tó í land í urðini undir bygdini, og tað eydnast teimum at fáa bátin við sær, men teir sluppu teir ikki upp á 50 metur høga bakkan.
Ikki fyrr enn seinnapartin dagin eftir, var ein skái, og tá slapp Josias Matras við Glottanum so nær, at teir fingu ein enda í land. Síðan stjóraðu teir manningina umborð á Glottan við bátinum, teir høvdu fingið við sær í land. Báturin varð stjóraður ímillum land og Glottan fleiri ferðir, og tíbetur eydnaðist bjargingin.