Johanna skiftir motor og hekku

Millum annað er eydnast at fáa tvær milliónir krónur frá danska statinum til at umvæla hekkuna

Í ár eru liðin 140 ár, síðan sluppin “Johanna TG 326” var smíðað á skipasmiðju í Suðuronglandi, men hon verður sum spildurnýggj, tá stórarbeiði, ið nú verður gjørt, er liðugt.

Hoyr samrøðuna, sum Hilmar Jan Hansen hevði við Guðmundur Kárason Jacobsen HER Johanna skiftir motor og hekku | Kringvarp Føroya (kvf.fo)

“Johanna TG326” stendur á beding í Vági, tí har er eisini nógv annað arbeiði, ið verður gjørt.

Millum annað er eydnast at fáa tvær milliónir krónur frá danska statinum til at umvæla hekkuna, sum er í sera vánaligum standi:

- Meginparturin av afturskipinum verður gjørdur av nýggjum, sigur Guðmundur Kárason Jacobsen er formaður í felagnum, ið varar av “Johannu TG 326”

- Tá ið nú høvuðsmotorurin verður skiftur, hava vit gjørt av eisini at skifta ljósmotorin, ið somuleiðis treingir til at verða skiftur út.

Tað skrivar Hilmar Jan Hansen á kvf.fo

Myndin er frá 2022. Myndaeigari er Dagfinn Olsen