Jóhan Páll Joensen: Hesi tøl eru skeiv í frágreiðingini "Exit Rusland"
Jóhan Páll Joensen er stjóri á Pelagos og hann hevur sent hesar viðmerkingar til miðlarnar í dag:
Vælvitandi, at eg nú flyti meg inná eitt øki, sum mær slett ikki dámar at blanda meg uppí, og vælvitandi, at eg kanska ikki eri tann mest kompitenti til at gera viðmerkingar, føli eg meg tó noyddan at gera nakrar fáar viðmerkingar til frágreiðingini Exit Rusland løgd fram í Løkshøll 2 mai.
Vil í hesum sambandi bert halda meg til Notu 6 á síðu 81 og síðu 50 í frágreiðingini, sum umfatar uppisjóarvirkini.
Talvan sæst niðanfyri Skjal B2
Skal beinanvegin siga, at hesi tøl eru skeiv og skal eg grundgeva fyri hesum pástandi niðanfyri.
Sjálvt um eg ikki eri samdur í sjálvari uppgerðini av hugtakinum virðisøking í frágreiðingini, farið eg at halda meg til háttin, sum frágreiðingin brúkar.
Fyrsta viðmerkingin er til OGN Í UMFERÐ.
Her verður sagt, at: “Við ósikrum framtíðarútlitum, verða goymslur VANLIGA niðurskrivaðar”.
Niðurskrivingin í uppgerðini er, sambært frágreiðingini 102.253 tKr.
Við hesi útsøgn sigur frágreiðingin, at uppisjóarvirkini í ársuppgerðini fyri 2021, hava eina goymda virðisøking í sínum goymslum uppá 102 mió kr.
Til kunning skal eg við hesum siga, at hetta ikki er veruleikin.
Uppisjóarvirkini taka goymslur upp til kostprís og tað er tað. Skal roknast við tí møguliga vinningi, sum liggur á goymslu, mugu primotølini eisin takast við sum negativ ávirkan og ganga hesi tøl stórt sæð út ímóti hvørjum øðrum.
Niðurskrivingar verða bert gjørdar í mun til konkreter trupuleikar av t.d góðsku, prísi ella øðrum. Ti kunnu hesar 102 mió krónirnar ikki brúkast í uppgerðini.
Brúka vit tonsini, landaði av føroyskum skipum av sild og makreli í frágreiðingini, minkar virðisøkingin av hesum við 0,61 kr/kg.
Næsta viðmerking er til úrsit áðrenn skatt.
Stórur partur av virkseminum hjá uppisjóarvirkjunum í Føroyum í 2021 kom frá landingum við útlendskum uppruna. T.d kom 25% av virkseminum hjá Pelagos frá útlendskum skipum. Nøgdin av hesum virksemi framgongur ikki í landingaryvirliti hjá Vørn.
Trekkja vit úrslitið av hesum virksemi burturúr úrslitinum áðrenn skatt hjá Varðanum Pelagic og Pelagos sæst, at virðisvøksturin sum eftir er, fer úr 300.850 tKr niður í 255.399 tKr, ella minkar við 0,27 kr/kg.
Niðurstøða av hesum báðum viðmerkingum er, at:
Virðisøking, í Notu 6, fer úr 403.103 tKr niður í 255.399 tKr, ella úr 2,39 kr/kg til 1,51 kr/kg.
Og er her skal viðmerkjast, at hetta er í besta føri, tí virðisvøkstur verður í fyrsta umfari ikki roknaður av hvussu nógv kilo koma inná virkið (sjálvt um hesi eru fortreytin fyri øllum virksemi), men hinvegin í mun til hvussu nógv kilo vera seld frá virkinum. Verður roknað í mun til sølu skal sigast, at virðisvøksturin liggur nærri 1,25 kr/kg heldur enn 1,51 kr/kg.
Havi ikki spurt Hans Jákup Mikkelsen um loyvi. Men vera hansara tøl umframt omanfyri nevnda brúkt í talvuni á síðu 50 í Exit Rusland í mun til Uppisjóarfisk, sær talvan soleiðis út. (Fyri sild og makrel, í besta føri)
Talvan sæst niðanfyri Skjal B2
Hesar viðmerkingar eru ikki ætlaðar sum upplegg til kjak, men eru bert nakrar hugleiðingar av okkum, sum eru í uppisjóarvinnuni á landi.
Vónandi tekur landsins leiðsla skilagóðar avgerðir, bygdar á rætt grundarlag, landi og fólki at gagni.
Jóhan Páll Joensen Stjóri Pelagos Pf