Jóhan Klakstein fekk 12.500 kr
Jóhan Klakstein í Klaksvík gjørdist í gjár hepni vinnarin av ársins lutakasti, tá drigið varð um 12.500 kr til ein teirra, ið hava latið fiskamerki ella merktan fisk inn farna árið.
Jóhan hevur latið Havstovuni seks merktar toskar í ár, og eftirsum mann fær tríggjar lutaseðlar fyri hvønn merktan fisk, hevði hann sostatt 18 lutaseðlar við í lutakastinum.
1 fiskamerki = 1 lutaseðil
1 merktur fiskur = 3 lutaseðlar
Lutakastið varð hildið á fiskavirkinum Vaðhorn á Strondum, har Petur Steingrund fyrst hevði eina framløgu um nýggj innlit, ið merkingin, saman við øðrum kanningum, hevur givið um tosk nær landi.
Aftaná framløguna dróg Jens Martin Knudsen tann vinnandi seðilin, og Bjarni Háberg Andersen frá Landsgrannskoðanini helt eyga við, at lutakastið fór rætt fram.
Øll greinin er HER Jóhan Klakstein í Klaksvík vann lutakastið um 12.500 kr - Havstovan

