Johan Christiansen: Um vit hugsa hvat loysir seg best í krónum og ikki bara í kilo
Talvan vísur at EIN 1’ára gamal toskur hevur eitt virðið á 3 kr. 2’ára gamal, hevur eitt virðið á 13 kr o.s.fr. upp til ein 10’ára gamal, sum hevur eitt virðið uppá 333 kr.
Altso, tú skal fiska gott 100 stk 1’ára gamlar fiskar, fyri at fáa sama virðið í krónum, sum EIN 10’ára gamal toskur hevur.
Hav í huganum at 1/3 av samlaða kg av toski, sum verður fiskaður í Føroyum, er 4 ár og yngri. Ella Toskur 4 & 5 sum vit vanliga siga. Hav eisini í huganum, at stórur partur av hesum hevur tískil ikki eingongd gýtt fyri fyrstu ferð.
Altso, vit fiska eitt sera stórt tal av toskum á hvørjum ári, sum pr fisk hevur sera lítið virðið og er væl meira arbeiðskrevjandi at fáa til hølvdar, enn størri fiskur er. Samstundis sum ein stórur partur av hesum ikki eingongd hevur gýtt fyri fyrstu fer. Tað er neyvan skilagott, haldi eg.
Tí reisir spurningurin seg hjá mær. Eiga vit í heila tiki at fiska Tosk 4 & 5 til annað enn húsbrúk?
Skeita vit líka yvir til alivinnuna, so stýrir hon sera neyvt eftir at taka fiskin, tá hann hevur røttu støddina og virði, fyri at fáa sum mest burtur úr á allan hátt. Eiga vit ikki at gera tað sama í fiskuvinnuni. Altso at fiska tann fiskin, sum gevur best meining í allar mátar at fiska?