Johan Christiansen, fiskimálaráharri
Spurningar:
1. Hvat er komið burturúr av royndum og vitan í sambandi við royndarfiskiskapin eftir tunfiski í føroyskum øki?
2. Ætlar landsstýrismaðurin at skriva út fleiri royndarloyvi eftir tunfiski í føroyskum sjógvi?
3. Hvat krevst fyri, at Føroyar kunnu fáa limaskap og vera limur í ICCAT, sum er altjóða nevndin fyri umsiting av tunfiski í Atlantshavinum?
4. Ætlar landsstýrismaðurin at virka fyri at fáa fleiri kanningar og metingar um, hvussu tunfiskur ferðast í føroyskum sjóøki?
Svar: til spurning 1.
Í februar mánaði 2022 vórðu 4 tilsagnir latnar til royndarfiskiskap eftir tunfiski í føroyskum øki. Tvær av hesum tilsagnum vórðu latnar bátum í bólki 5 og tvær vórðu latnar til feløg, sum skuldu royna við størri skipum. Síðan tilsagnirnar vórðu útskrivaðar, hava umboð fyri bátarnar í bólki 5 boðað frá, at viðurskiftini eru broytt, og tilgongdin at fara undir fiskiskap eftir tunfiski er steðgað. Hesar tilsagnir eru tí dotnar burtur.Tilsagnirnar til feløgini, sum ætlandi skuldu fiska við størri skipum, vórðu givnar tileitt ár í senn. Um áhugi var fyri longdari royndartíð eftir 31. desember 2022, kundi tilsøgnin eftir umsókn verða givin um royndarloyvi í mesta lagi í trý ár tilsamans. Hesi trý árini eru nú farin, og tilsagnirnar eru tí dotnar burtur.Í tíðini tilsagnirnar vóru galdandi, var ongin royndarfiskiskapur, og tí er heldur ongin nýggj vitan fingin til vega um tunfisk í føroyskum øki.
Til spurning 2.
Umhugsað verður, um møguligar nýggjar tilsagnir til royndarveiðu eftir tunfiski skulu latast, og eftir hvørjum leisti hesar í so fall skulu latast.
Til spurning 3.
Sambært grein 14, stk. 1 í sáttmálanum um “International Commission for the Conservation of Atlantic Tunas”(ICCAT) kann sáttmálin verða undirritaður av londum, sum eru limir í ST, ella sum eru limir í einum ella fleiri serligum ST-undirstovnum.Føroyar eru ikki sjálvstøðugur limur í ST ella í serligu ST-undirstovnunum, og eru omanfyrinevndu treytir fyri sjálvstøðugum limaskapi tískil ikki loknar.Ríkisrættarliga kunnu Føroyar tó sannlíkt gerast limur í ICCAT umvegis Danmark eftir løgtingslóg nr. 80 frá 14. mai 2005 um altjóðarættarligu sáttmálar Føroya landsstýris at gera. Orsøkin til hetta er, at ICCAT-sáttmálin fevnir um eitt málsøki, sum Føroyar hava yvirtikið til fulnar. Danmark er umboðað í ICCAT umvegis ES, og sostatt ikki sum sjálvstøðugur limur. Um so er, at Føroyar gerast limur í ICCAT umvegis Danmark, og treytað av, at Grønland ikki eisini ynskir sama limaskap, so vildi formliga heitið á sáttmálapartinum verið “Kingdom of Denmark in respect of the Faroe Islands”, eins og í fiskiveiðifelagsskapinum SPRFMO.Tá skulu Føroyar fara undir samráðingar fyri at fáa ein part av heildarkvotuni av tunfiski, sum frammanundan er býtt millum verandi limalond, sum eru 54 í tali.
Til spurning 4.
Landsstýrismaðurin er vitandi um, at tunfiskur verður veiddur í økjunum tætt uttan fyri føroyskt sjóøki. Sannlíkindi eru helst fyri, at tunfiskur eisini er í føroyskum øki ávísar tíðir av árinum. Fyri at staðfesta,um tunfiskur er í føroyskum øki, vórðu tí tilsagnir um royndarloyvir givnar at veiða tunfisk í 2022. Sum nevnt hevur ongin royndarfiskiskapur verið hesi árini,síðan tilsagnirnar um royndarloyvi vórðu givnar. Yvirskipað hevur landsstýrismaðurin ta fatan, at Føroyar eiga at troyta teir fiskimøguleikar,sum eru í føroyskum sjóøki. Fyri at staðfesta,um tunfiskur er í føroyskum sjóøki,er neyðugt,at slíkar kanningar verða gjørdar, og umhugsað verður,um nýggjar tilsagnir um royndarveiðu eftir tunfiski skulu latast. Ein annar møguleiki er, at Havstovan verður biðin um at kanna og meta um,hvussu tunfiskur ferðast í føroyskum sjóøki. Tað hevði tó verið tørvur á serstakari játtan til eina slíka verkætlan.
Jóhan Christiansen, landsstýrismaður

