Jógvan I farin at sigla heim

Teir fóru úr Føroyum 4. september

Jógvan I hevur roynt víða kring Ísland, tó mest á suðurlandinum, tí tað hevur viðrað so illa.

Nú er kvotan undir Íslandi er uppi.

Nú teir sigla heim hava teir eini 280 tons inni, umleið helvtin er toskur, restin er longa, hýsa og brosma

Tað eru 15 mans og ein kvinna við hendan túrin. Símun Pætur Fossá er skipari.