Jógvan I er fyrsta føroyska skipið við ALH-dragiskipan

Bæði vit á brúnni og menninir á dekkinum skulu venja okkum til nýggju skipanina.

 

Dragiskipanin gevur betri úrtøku, og so er hon væl tryggari enn gamla skipanin, tí nú stendur eingin maður við lúnningina, og dragilúkan er aftur.

Síðstu vikurnar hevur frystilínuskipið Jógvan I verið í Norra, har ein ALH-dragiskipan ella ein “Loran-dragiskipan” er sett í skipið. At skipanin eisini verður rópt, “Loran-dragiskipan,” er, tí at, at eigararnir av norska frystilínuskipinum, Loran, hava verið við til at ment skipanina.

- Hetta er ein dragiskipan, har línan, og harvið fiskurin, fer inn í eitt hol um vatngangin. Síðani verður línan og fiskurin drigin upp gjøgnum eitt rúm og upp á vanliga arbeiðsdekkið, har fiskurin verður kiptur av og blóðgaður. Síðani verður fiskurin hagreiddur sum vanligt. Tað sigur skiparin, Heri Henriksen.

- Stóri munurin, er, at nú verður fiskurin ikki gággaður, og tann fiskur, sum fyrr datt av húkinum uttanborða og máttu takast við langhakanum, nú dettur av niðri í rúminum, har línan fer inn. Har verður fiskurin verandi, til hann fer fram í eina kurv, sum er partur av eini hydraulíkari lyft, ið lyftir fiskin upp á arbeiðsdekkið, sigur hann.

Hví hava tit sett hesa skipan upp?

- Útrokningar, sum norðmenn hava gjørt, vísa, at teir fáa 5-7 % meiri fisk, tí minni fer av húkunum. Harafturat stendur eingin maður við lúnningina í dragiholinum og dragilúkan kann verða aftur, og tað ger dragingina nógv tryggari, sigur hann.

- Dragiskipanin hevur við sær, at nú síggja vit ikki beinleiðis línuna av brúnni, tí línan fer inn so niðarlaga. Tí hava vit sett fýra upptøkutól upp, eitt undir botninum, sum vísa dragingina á skermum á brúnni, sigur Heri.

Hvussu er trygdin hjá skipinum við opnari lúku um vatngangin?

- Bæði dragiholið og fremra rúmið við kurvina, eru afturlatin rúm. Tí er trygdin góð, eisini hóast eitt sindur av sjógvi fer inn í skipið, meðan drigið verður. Ein sjálvvirkandi lensiskipan er til rúmini, so sjógvurin kann pumpast út eftir fáum sekundum, sigur hann.

- Lúkan er bara opin, tá vit draga. Hon opnar frá í erva, og er tí mest opin, tá vit byrja fiskiskap. So hvørt sum skipið tyngist, minkar holið, tí lúkan fer styttri og styttri niður, sigur hann.

- Norðmenn hava góðar royndir við hesi skipanini, so vit vóna, hon eisini riggar hjá okkum. Vit fara avstað í dag og fara at royna við Føroyar. Bæði vit á brúnni og menninir á dekkinum skulu venja okkum til nýggju skipanina, sigur Heri Henriksen.

Teimum og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.

Tað skrivar Føroyska Sjómansmissiónin á facebook-vanga sínum, su eisini eigur myndina.