Klaksvíkar Klubbi fekk eina tøkk frá Jógvan Fríðriksson, fyri ikki at hava bingo allahalganna dag
Jógvan Fríðriksson leggur dent, at vit virða tey, sum eru farin á sjónum, og halda fast við at hava minningarhaldið 1. november.
Jógvan Fríðriksson skjýtur upp, at gudstænastan, sum plagar at vera um kvøldið, verður flutt til seinnapartin 1. november.
Tað er ikki neyðugt at flyta fólkatingsvalið til ein annan dag.
Tað sigur Jógvan Fríðriksson, biskupur, nú fólkatingsval er útskrivað at vera 1. november, allahalganna dag, sum eisini er minningardagur teirra sjólátnu.
Hann heldur, at tað ber til at flyta gudstænastuna, sum plagar at vera í Dómkirkjuni og í Christianskirkjuni um kvøldið 1. november, til seinnapartin.
Men Jógvan Fríðriksson leggur dent, at vit virða tey, sum eru farin á sjónum, og halda fast við at hava minningarhaldið 1. november.
Hoyr samrøðu við biskup í útvarpstíðindunum: TRYST https://kvf.fo/greinar/2022/10/05/biskupur-ikki-neydugt-flyta-valdagin
Í samrøðuni við Sigrun Brend, sigur Jógvan Fríðrikson, at hann einaferð takkaði Klaksvíkar Klubba fyri ikki at hava bingo allahalganna dag.