Joen Jacob Højsted fann ein fløskupost við keiina í Svínáum fyri uml 5 árum síðan
Fyri uml 5 árum síðan fann verfaðir Joen Jacob Højsted ein fløskupost við keiina í Svínáum. Teksturin í brævinum var blivin kámur og var tí trupul at lesa.
Tað skrivar Árni M. Dam á sínum facebook-vanga.
Eg gjørdi eina roynd at finna persónin, sum hevði sent postin, men mátti geva upp. Trupulleikin var at eftirnavni var trupult at lesa. Í øllum royndunum eg gjørdi, brúkti eg skeivt eftirnavn – so fløskuposturin bleiv tí lagdur til síðis og gloymdur.
Í gjár kom Maria fram á postin aftur og eg gjørdi nýggja roynd. Tá fekk eg gjørt tekstin klárari og fann út av hvat eftirnavni var. Maðurin sum sendi postin á Grand Bank 7 oktober 2004 nevndist Sterling Loveless og var úr býnum Grand Bank í Newfoundlandi. Men fann tíðanveriri eisini út av, at hann var deyður í 2021.
Eg sendi mail til eitt informatiónskontór í býnum Grand Bank og spurdi um tey kundu finna onkran sum var nær í familju við Sterling og í dag fekk eg mail frá einum soni hjá Sterling, soleiðis at eg fekk sent honum mynd av brævinum og tí sum eg hevði fingið burtur úr brævinum – brævið ljóðar soleiðis:
Letter in the Bottle
October 07/2004 2:30 am
Clear Skies & Light Winds
I am putting a letter in a bottle. If it is found, will you please let me know where it was found. I am 2nd Engineer on the freezer trawler and fishing on the Grand Bank of Newfoundland. Home port where we landed at Marystown, Nfld. We are fishing for Yellow-Tails. 200 nautical miles SE of Cape Race, Newfoundland at position 44° 38' N & 50.00' W. At this position the bottle was thrown overboard. My address:
Sterling Loveless
Grand Bank
P.O. Box 722
Newfoundland
Familjan var sera takksom fyri brævið, og sonurin segði, at pápin hevði sent nógvar fløskupostar, men hevði ongantíð áður hoyrt nakað aftur frá teimum.
Eitt heimskort er niðanfyri