JFK Trol keypti Kósavirkið í 2009
Tann 24. november vóru 15 ár, síðani Kósavirkið læt uppaftur. JFK Trol keypti saman við øðrum virkið og frá táverandi Føroya Banka, og nógv varð gjørt burturúr, tá Súni Schwartz Jacobsen og Hanus Hansen undirskrivaðu sáttmálan í september 2009. Harvið kom Kósavirkið fult og heilt aftur á klaksvíkshendur, og fólkið føldi seg aftur trygt við, at Kósin var har fyri at vera.
Tað skrivar Norðlýsið á heimasíðu síni í vikuni.
Høvuðspersónurin í keypinum var skiparin Hanus Hansen, sum longu sum 37-ára gamal gjørdist stjóri í JFK Trol í 1996, og sum í 2009 tók Kósavirkið undir veingirnar hjá fyritøkuni. Harvið varð punktum sett fyri eini drúgvari tilgongd.
Tann var annars í 1965, at Kósin læt upp á fyrsta sinni, og móttøka var 18. september 1965. Tá flutti virksemið av sokallaðu Bollafabrikkini norður á Kósina. Dávavirkið hevði verið í gongd í nøkur ár frammanundan, og var helst fyrsta virkið, sum varð bygt til endamálið. Men tá vit koma fram til 1990’ini, var kreppa í øllum Føroyum. Danmark setti í verk fleiri kreppuloysnir, og ein kreppuloysn var Fiskavirking.
Tá var stúran í Norðoyggjum. Norðoyingar vistu av ringum royndum, at varð flakavirkið í Norðoyggjum ikki stjórnað á staðnum, so var altíð ein yvirhangandi vandi fyri, at tað mátti snara lyklinum um. So í staðin fyri at fara upp í danskar kreppuloysnir ella Fiskavirking, varð ein Norðoyagrunnur settur á stovn, og saman við Norðoya Sparikassa og øðrum góðum kreftum varð gingið húsagongd fyri at vita, um ikki klaksvíkingar vildu seta pening í. Og tað vildu teir. Bæði arbeiðarafeløg og arbeiðsgevarar tóku lógvatak tvørtur um miðjuna í politikki. Kósin kom sostatt ongantíð uppí Fiskavirking, hóast tað frá danskari síðu varð strongt á fyri at fáa øll flakavirkini undir sama hatt, sonevnda ”Mølposan”.
Nú vita vit, at rætt og væl varð valt. Fiskavirking lá alla tíðina í tungum sjógvi, og fleiri virkir máttu eisini lata aftur. Kósin kundi lættliga verið eitt av hesum falliteraðu virkjunum, um Fiskavirkis-loysnin varð vald. Endurreisnin av Kósini tók umleið fimm ár, frá 1993 til 1998. Í 2006 bleiv Kósavirkið, sum nú æt P/F Kósin, partur av samtakinum Maru Seafood við Jóhan Páll Joensen. Nú vórðu tíðirnar byrjaðar at ganga hin vegin aftur, tað gekst ikki so væl at fáa rakstur í virksemið, og tá altjóða fíggjarkreppan rakti Føroyar í 2008, lá Kósin meira ella minni still í umleið eitt ár.
Men enn einaferð reistu norðoyingar seg, og vit fingu núverandi Kósina. JFK, tveir útlendskir eigarar, Norðoyagrunnurin og Føroyagrunnurin tóku lógvatak, og tann 29. september í 2009 kundu vit her í blaðnum skriva um søguligu hendingina, tá Súni Schwartz Jacobsen og Hanus Hansen, umboðandi ávikavist Føroya Banka og keypararnar, undirskrivaðu sáttmálan um yvirtøku av Kósavirkinum. Týsdagin 24. november 2009 læt núverandi Kósavirkið so upp aftur, og dagurin er harvið vorðin føðingardagurin hjá virkinum.
Núverandi Kósin hevur í fimtan ár verið undir sama eigara. Tað boðar frá stabiliteti. Kósin hevur tað gott, tá hon verður stýrd av lokalum kreftum. Fyri fáum árum síðani var aftur orsøk at vera á varðhaldi. Tá ljóðaði, at um nýggja fiskivinnunýskipanin varð samtykt, var aftur vandi fyri, at Kósin mátti steingja. Men tá fór eitt umfatandi lobbyarbeiði í gongd, og tað eydnaðist at ávirka politisku skipanina so mikið, at nýskipanin ikki bleiv so víðfevnd, og seinni varð hon heilt strikað. Kósin yvirlivdi og skal enntá útbyggjast.
Søgan um Kósavirkið er ein søga um eitt hjartabarn hjá Klaksvík og klaksvíkingum. Og at Kósin nú hevur virkað í 15 ár undir sama eigara ber boð um, at fyritøkan trívist og er í góðum hondum.
Hjartaliga tillukku við 15-ára degnum, Kósavirkið!