Jenis av Rana gevst
Nú í morgun verður nýggjur lækni í viðtaluni hjá Jenis av Rana í Gundadali, tí á miðnátt gevst Jenis av Rana sum kommunulækni í Tórshavnar kommunu.
Tað váttaði Jenis av Rana fyri VP í gjárkvøldið.
VP.fo skrivar:
Jenis av Rana varð settur í starv sum kommunulækni í 1995, og hevur síðani tá fyrst starvast fulla tíð og síðani hálva tíð, tá ið krav kom um at løgtingslimir bert kundu starvast hálva tíð í almennum starvi.
Tann 15. september 2019 gjørdist Jenis av Rana landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, og frá tá av var hann í farloyvi sum kommunulækni, og hevur verið tað til 1. mars 2023.
Men Jenis av Rana hevur kotini okkurt at tríva í, tí hann er framvegis løgtingslimur og formaður í Miðflokkinum.