Jeg eiti Rúni Thomsen
GERANDISDAGURIN – Les um Rúna Thomsen, sum millum annað greiður frá, hvussu ein arbeidsdagur sum tøknieftirlit sær út.
Kanst tú siga eitt sindur um teg sjálvan?
Jeg eiti Rúni Thomsen, eri 51 ára gamla og havi seinastu knapt 12 árini starvast hjá Varðanum Pelagic. Mítt starvsheiti er Tøknieftirlit og KT-umsitari.
Jeg búgvi í Hvalba, har jeg havi konu og 5 børn.
Hvussu sær ein arbeiðsdagur hjá tær út?
Tá tað er framleiðsla, byrji jeg at arbeiða kl 7:30 ella 19:30 og endar vaktin kl 20:00 ella kl 08:00. Okur arbeiða í 12 tíma vaktum, 6 dagar á dagvakt, 3 dagar frí og 6 dagar náttarvakt.
Jeg byrji dagin við at vera kunnaður um gongdina seinastu vaktina.
Mínar uppgávur sum tøknieftirlit er at halda eyga við at framleiðslan koyrur so smiddliga sum gjørligt. Arbeiðsstaðið er á Brúnni (kontrollrúminum), har jeg á skíggjum, kann síggja hvussu framleiðslan koyrur og har jeg kann fylgja við um tað er eitthvørt í framleiðsluni, sum møguliga støðgar upp. So vaktin er frammanfyri telduskíggjar fyri tað allarmesta. Eisini samskifti jeg við arbeiðsfólk runt um á virkinum og við skipið, sum landar. Hetta er umvegis sendarar, sum okur hava samband við á øllum økjum á virkinum. So tað ræður um at hava nógvar bóltar í luftini í senn.
Eisini verður fylgt við í framleiðsluforritinum, at alt verður skrásett rætt.
Jeg arbeiði í tøttum samstarvið við framleiðsluformannin og góðskueftirliti, so okur saman kunnu fáa framleiðsluna at koyra so skjótt og gott sum til ber.
Tá ongin framleiðsla er, havi jeg uppgávur sum KT-umsitari. Eitt framkomið virkið sum Varðin Pelagic hevur hópin av KT og skal alt hetta haldast við líka, so tað verður í høðvusheitum gjørt tá ongin framleiðsla er. Tá møti eg kl 8-16.
Hvat ger, at tú trívist í tínum arbeiði?
Jeg trívist væl í mínum arbeiði, hetta kemst mest av at man hevur sera góðar starvsfelagar.
Á Varðanum Pelagic starvast nógv fólk og tí eisini nógv ymisk fólk og gerð tað ofta dagin áhugaverdan.
Eisini hava okur góðar umstøður á virkinum, roynt verður at gera nógv ymiskt fyri at starvsfólkini skulu hava tað gott og støðast.
Tað at mítt arbeiði er sera fjøllbroytt gerð eisini at man trívist, fáir dagar eru eins og man er í stóran mun eisini við til at skapa dagin.
Hvørji áhugamál hevur tú uttanfyri arbeiðið?
Uttanfyri arbeiðstíð, fer nógv av tíðini saman við familjuni. Men mítt heilt stóra áhugamál er at taka myndir. Tað fer nógv tíð uppá at taka myndir, serliga av fuglum, sum altíð hevur verið eitt stórt áhugamál.
Eisini eri jeg við í kappróðrarfelagnum í Hvalba, sum vit settu á stovn í fjørð, so her fer eisini nakað av tíð, serliga um summari.
Tað skrivar P/F Varðin Pelagic á sínum facebook-vanga