Januar er góður útróðrarmánaður
Januar mánaður er vanliga góður mánaður til útróður. Tí sigur nógvi toskurin, sum útróðrarbátar fáa í løtuni, ikki neyðturviliga nakað um, hvussu støðan er hjá toskastovninum.
Tað sigur Petur Steingrund, fiskifrøðngur og deildarleiðari á Havstovuni.
Toskurin á landgrunninum ferðast ikki so víða, so tað er týdningarmikið, at veiðitrýstið ikki er ov stórt, sigur Petur Steingrund, sum vísir aftur, toskurin skal fiskast, áðrenn hann flytur seg.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: Januar er góður útróðrarmánaður | Kringvarp Føroya (kvf.fo)
Tað skrivar Marjun Dalsgaard á kvf.fo