Jan Højgaard: MRCC, Vørn og bjargingarfeløgini stóra tøkk uppiborna
Skoraberg bleiv hálaður avaftur um 13 tíðina í gjár og fór inn á Klaksvík, har trolarin bleiv landaður.
Veðrið var gott og tí var manningin fingin av skipinum uttan dramatikk og í øllum góðum.
Tað vóru Brimil og Ziska sum samstarvaðu um uppgávuna, at fáa Skoraberg avaftur.
Eitt hol er staðfest á einum tanga undir vatnganginum.
Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag sigur, at MRCC, Vørn og bjargingarfeløgin eigar stóra tøkk uppiborna, fyri altíð at koma okkara sjófólki til hjálpar, tá neyðstøða er.
Tað kundi hent, at manningin misti sítt atbeiðstól, um illa vildi til, men við dugnaskpurin frá okkara bjargingartænastu so kom Skoraberg av í øllum góðum.
Hesaferð var tað so Brimil og Ziska, saman við MRCC, sum avgreiddu uppgávuna til fullnar.
Jan Højgaard leggur aftrat, at vit á Føroya Fiskimannafelag eru sera takksom, tá vit kunnu staðfesta, at hvørki skip ella manning fingu skaða í samband við hendingina við Skorabergi.
Okkara bjargingartænasta á sjógvi og landi er gull verd, leggur hann aftrat.