Jamaika hevur koyrt John Paul DeJoria úr skipaskránni

Watson skal velja nýtt flagg

 

John Paul DeJoria hevur mist flaggið og kann tí ikki loysa frá bryggju. Skipið liggur í Hull í Onglandi.

Myndugleikarnir á Jamaika hava boðað Paul Watson og hansara fólkum frá, at skip teirra ikki longur sleppur at sigla undir Jamaika flaggi, eftir at manningin breyt føroyska lóg við skipinum.

Hetta váttar Paul Watsson sjálvur í dag. Hann argast inn á myndugleikarnar í Jamaika og sigur, at tey ikki eru at líta á.

- Ein lítil klaga frá føroyskum myndugleikum, og so velur Jamaika at boða okkum frá, at tey striika okkum úr skipaskránni. Vit hava brúk fyri einum flaggi, sum vit kunnu líta á, og sum skilir týdningin av okkara uppgávu, sigur Paul Watson sjálvur á Facebook.

Maskintrupulleikar
Nógv bendir eisini á, at ov nógv er sett á motorarnar tær báðar ferðirnar, tá John Paul DeJoria ætlaði sær í grind í Føroyum. Tí á Facebook síðuni hjá Watson greiðir hann eisini frá, at ein av høvuðsmotorunum skal yvirhálast, nú meðan skipið liggur í Hull.

Tað skrivar kvf.fo