Jákup Sverri kannar fiskin á Føroya banka
Jákup Sverri er í hesum døgum á Føroya banka.
Ferðin byrjaði mikudagin og varar til næsta mikudag.
Høvuðsendamálið er at útvega tøl, sum skulu brúkast, tá toskurin á bankanum skal stovnsmetast.
Tølini eru um vekt, longd, aldur, kynsbýti og kynsbúning.
Hetta er eisini galdandi fyri annan fisk, sum rannsóknarskipið fær.
Harumframt vera magakanningar gjørdar av toski, hýsu og upsa