Jákup Sverri fiskar til Sjósavnið
Á forvitnisliga Sjósavninum eru tey altíð fús at taka ímóti spennandi fiskum, og tá tað liggur fyri, so plagar manningin á Jákup Sverra at goyma livandi fisk í kørum á dekkinum at taka heim við til Sjósavnið.
Á hesum túrinum vóru alskyns sløg av fiski veidd til Sjósavnið, har ímillum havtaska, reyðsprøka, tunga, knurrhani, fleiri sløg av skøtu, umframt toskur, seiður og hýsa. Av flestu sløgum var talan um fleiri fiskar í ymsum støddum – t.d. kann nevnast ein havtaska, sum var umleið 120 cm lang. Havstovan fegnast um at kunna stuðla